Dreingir U13 spældu í dag á Argjum seinasta umfar í kappingini í ár. Spenningur var í luftini, tí AB hevði møguleika at vinna bólkin. Samlaða úrslitið gjørdist, at AB vann bólkin sannførandi við 35 stigum.

Aftaná kappingina fingu teir ferðasteyp handað frá FSF.

Venjarar hjá dreingjum U13 eru Rói Henriksen og Jan Sjóstein.

Hjartaliga tillukku við 1. plássinum!