Í samband við at seinasti dystur í Betrideildini verður spældur leygardagin 26. oktober, og at kappingarárið hervið er lokið, verður sama kvøld skipað fyri einum hugnakvøldi í AB-húsinum.
Opið hús verður alt leygarkvøldið frá kl. 19.00 og úteftir, har øll eru hjartaliga vælkomin. Borðreitt verður við onkrum góðum til matna, og okkurt drekkandi verður eisini afturvið.
Vónandi síggja vit nógv fólk til eitt gott prát og eitt hugnaligt kvøld, har vit kunnu hava tað stuttligt og tosa um kappingarárið, sum farið er.
Vit síggjast!