Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Páskatombola

Páskatombola 2022

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 8. april 2022

Undirskrivað avtalu um nýggja vøll á Argjum

AB vøllurin (loftmynd)
Sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll varð í morgun undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og P/F Føroya Møblasølu.

Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla hava í dag skrivað undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli til vøllin inni í Vika á Argjum. Hetta er heimavøllurin hjá Argja bóltfelag.  

Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki. Sum nakað nýtt í Tórshavnar kommunu er talan um ein vøll, ið umframt sand, hevur børk sum ífyllu, og er tað betri fyri umhvørvið enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag er eisini ætlanin at flyta vøllin, so hann lýkur galdandi krøv í vallarreglugerðini, umframt eisini at flyta girðing og hegn á norðaru langsíðu.

Sjálvt arbeiðið við at leggja nýggja graslíkið verður gjørt um mánaðarskiftið mai/juni.

 
Detaljer
Skrevet af: Tórshavnar Kommuna
Senest opdateret: 23. marts 2022

Nevndin hevur skipað seg.

AB nevndin 2022
AB hevði aðalfundfund mikukvøldið 16. februar.
 
Góð undirtøka var fyri fundinum, og er hetta helst eitt tekin um, at tað er stórur áhugi fyri felagnum í løtuni. Vit eru sera fegin um, at AB hevur so nógv góð fólk, ið vísa áhuga fyri felagnum, og vilja verða við til at bera felagið fram.
 
Formaðurin og næstforkvinnan stóðu fyri endurvalið, og blivu tey bæði vald aftur í nevndina.
Remi Olsen og Sunneva M. Jensen, ið vóru tiltakslimir frammanundan, stóðu eisini fyri endurvali, og blivu tey vald inn sum nevndarlimir. Harafturat blivu Hildigerð Johannesen og Patur Vase Sivertsen vald í nevndina sum tiltakslimir.
 
Dánjal Jákup Hansen, ið hevur verið kassameistari tey seinastu tvey árini, valdi ikki at stilla upp aftur til endurval. Vit vilja takka Dánjal Jákup fyri ein megnar innsats sum kassameistari.
 
Nevndin skipaði seg soleiðis eftir fundin:
Marius Thomassen: Formaður
Durita Sloan Dal-Cristiansen: Næstforkvinna
Hildigerð Johannesen: Kassameistari
Sunneva Maria Jensen: Skrivari
Remi Olsen: Nevndarlimur
Jens Petur Andreasen: Nevndarlimur
Patur Vase Sivertsen: Tiltakslimur
 
Vit gleða okkum til at koma ígongd við eitt spennandi kappingarár
 
(Mynd: aftast frá vinstru: Jens Petur Andreasen, Patur Sivertsen Vase, Durits Sloan Dal-Christiansen, Remi Olsen. Fremst frá vinstru: Hildigerð Johannesen, Sunneva Maria Jensen, Marius Thomassen)

Detaljer
Skrevet af: Neli Heldarskarð
Senest opdateret: 18. februar 2022

Ársaðalfundur 16. februar 2022

Boðað verður frá, at Argja Bóltfelag hevur ársaðalfund mikudagin 16. februar 2022 kl. 19.00 í AB-húsinum. Skrá sambært lógini.

Detaljer
Skrevet af: Nevndin
Senest opdateret: 1. februar 2022

NÚ ERU TVEIR ARGENTINAR Í HÓPINUM

 

Mánakvøldið bleiv argentinski áleyparin, Agustín Marsico, kunngjørdur sum nýggjur AB-leikari, og í kvøld er greitt, at hann fær ein landsmann sum liðfelaga. Argentinski miðvallarin, Franco Burset, hevur nevniliga eisini skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2022.

 

Franco er 21 ára gamal, ættaður úr Buenos Aires og kann bæði spæla sum verju- og álopskendur miðvallari. Síðstu árini hevur hann eins og hinir nýggju útlendingarnir spælt í USA. Seinasta felagið hjá Franco var Rutgers-Camden Raptors.

 

¡Bienvenido, Franco! 🇦🇷

 

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 27. januar 2022
  1. RAGNAR TEKUR TVEY ÁR AFTURAT
  2. COBY HEVUR EISINI SKRIVAÐ UNDIR

Side 3 ud af 38

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login