Leygarkvøldið kl 19.00 tekur AB ímóti Víkingi.
Nú ber til at stuðla AB við at keypa atgongumerki til heimadystir á atgongumerki.fo
https://www.atgongumerki.fo/
Dyrnar eru tíverri stongdar, men dysturin kann síggjast heima á sofuni í Televarpinum (www.tv.fo).
Við at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo, stuðlar tú Argja Bóltfelag.
Takk fyri stuðulin!
Koyr á AB!
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Leikarin í skotinum - Valgerð Andreasen
Navn:
Valgerð Andreasen
Lýs teg sjálva við 3 orðum:
Positiv av lyndi – Umhugsin - Ágrýtin
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
OMG! Haldi aldrin eg havi vaskað mínar skinnarar!!
Besti leikari tú hevur leikt við?
Liljan av Fløtum
Besta minnið Inni í Vika?
Tá ið vit komu í Steypafinaluna í 2009 - ímóti KÌ
Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag?
At man sleppur at leika við AB :)
Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
ILLSINT - vil altíð VINNA - hati at TAPA
Hvør sangur er tín yndis sangur?
Dance Monkey
Hvør syngur best á tínum liði?
Durita Sloan :*
Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst?
Eitt MUST er, at eg ALTÌÐ má leika í handskum.
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Anna Maria Sloan
Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni?
Nope..
Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Kundi verið meira fokus á kvinnurnar :)
Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív?
NEI!
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Hvør er besti leikari á tínum liði (AB)?
Hvør er mest illsint á vøllinum?
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Leikarin í skotinum
Navn:
Gert O. Schrøter Drangastein
Lýs teg sjálvan við 3 orðum:
Tjaaa tað veit eg ikki… herligur, erligur, serligur?
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Vaskað skinnarar? Hvør vaskar skinnarir?
Besti leikari tú hevur leikt við?
Uha... trupul spurningur… Har eru nógvir góðir leikarar og legendur, sum ein hevur haft fornøjilsi av, at spælt saman við. Slepst tó ikki undan at nevna serbisku maskinuna, Dimitrije Jankovic, aka Dimi Machine!
Besta minnið Inni í Vika?
Nógv góð minnir inni í Vika, bæði á og uttanfyri vøllinum. Besta minnið mann vera ein av teimum døgunum, tá ið eru fluttir upp í bestu deildina.
Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag?
Her er so deiliga ”bygdasligt”, og eingin er størri enn felagið.
Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Eri nokk mest kendur fyri at vera óvanliga eksplosivur. Havi annars fingið at vita frá venjarum, at ein stendur væl í múrinum tá ið hinir hava fríspark, og at ein hevur giftig innkast.
Hvør sangur er tín yndis sangur?
Djämes Braun - Jeg kigger på fugle.
Hvør syngur best á tínum liði?
Havi havt heiðurin at sungið duet í karaoke við nøkrum av leikarunum, og tað eru serliga Heðin Stenberg og Sørin Nygaard Samuelsen, sum skarða framúr! Ein duet við teimum báðum við Shallow, hjá Lady Gaga (feat. Nygaard) og Bradley Cooper (feat. Stenberg), hevði verið nakað heilt serstakt.
Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst?
Havi ongar fastar sum so… bara eta væl og drekka NÓGV vatn gjøgnum dagin, og ein góðan kaffimunn, og Ramstein í oyruni áðrenn dyst, og so koyra vit ahead!
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Haldi ikki nakar á liðinum hevur eina framtíðar yrkisleið sum stand-up komikari, ella sum politikari, men Sørin Nygaard Samuelsen plagar at koma við nøkrum stuttligum impulsivum viðmerkingum. Jákup Pauli Breckmann plagar eisini at hava nakrar góðar undir ermuni.
Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni?
Hmm… neii… ella… júú hoyrdi eina góða í morgun… Í hesum Corona tíðunum, har vit síggja fleiri og fleiri fólk renna á landavegnum, so sigur ein Argjamaður við konuna meðan tey liggja í songini, at persónligi venjarin hjá honum hevði fortalt, at ein brennur líka nógvar kaloriur í einari samlegu, sum at rennað ein túr uppá 10km. Konan vendir sær við og spyr ”Alsooo.. roynir tú at fortelja mær, at tú klárar at rennað 10km uppá 2 min?”
Hihihi… Eg havi nakrar aðrar, um tað er?
Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Hmm… nei tað haldi eg ikki. Ella jú.. nú tit spyrja, so er tað soleiðis, at vit sum umsita bótakassan hjá besta liðinum hava stórar trupulleikar við at innsamlað P-tøl, dópsbrøv og kontunummar hjá leikarunum/venjarunum/liðleiðarum í samband við at skráseta teir í skipanina hjá okkum, umframt at fáa teir at skriva undir eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu við bótakassan. Leikararnir kenna seg onkursvegna ótryggar við bótakassanevndina, og hava ikki fult álit á okkum. Vónandi kann Argja Bóltfelag traðka til, og hjálpa okkum við at fáa hetta upp í rættlag.
Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív?
Ja, tá ið hetta Corona tíðarskeiðið er hasa av, so er ein klárur til Tórshavnar Marathon ella at súkkla við Rynkenby liðinum til Paris.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Tit kunnu spyrja tann næsta, hvussu hann metir korona kemur at ávirkað føroyska búskapin, og kanska serliga bruttotjóðarúrtøkuna. Hetta eru viðurskiftir, sum vit vanliga tosa og kjakast um í skiftirúminum.
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Páskabingo

Páskirnar byrja við bingo saman við AB
Vit hava flutt páskahugnan úr AB-húsinum yvir á Facebook. Á hvørjum ári skipar AB fyri stórum páskatombola í AB-húsinum. Hesaferð verður tað bingo ístaðin, og tú kanst vera við til at stuðla Argja Bóltfelag við at spæla við á Facebook.
Eisini verða lutaseðlar trektir ímillum spølini.
Soleiðis gert tú:
Tú skrivar til
Vit senda tær plátur og lutaseðlar talgilt. (Um tað ikki ber til at printa pláturnar út, skulu vit nokk koyra tær heim til tín)
Seinasta freist at keypa er:
At printa sjálv/ur: Skírishósdag kl 14.00
Heimkoyring: mikudagin 8. apríl kl 19
Plátur:
1 pláta við 6 spølum kostar 60 kr.
2 plátur við 6 spølum hvør kosta 100 kr.
Lutaseðlar:
Hvør lutaseðil kostar 10. kr.
Bingo verður Skírisdag 9. apríl kl. 15.00.
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Leikarin í skotinum
Navn:
Rannvá Poulsen
Lýs teg sjálva við 3 orðum:
Erlig, málrættað og lærufús.
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Eg havi ongantíð vaskað teir. Mínir eru relativt nýggir. Teir mugu vera frá 2018, tá eg byrjaði at spæla fótbólt aftur. Í mun til hvat eg annars havi hoyrt frá øðrum, so stendur ikki heilt illa til hjá mær. Teir verða luftaðir eftir hvønn dyst, og tað hevur riggað fínt inntil víðari.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Eg havi spælt saman við nógvum dugnaligum leikarum, men um eg skal nevna ein, so er tað Olga Kristina Hansen, sum eigur munin.
Besta minnið Inni í Vika?
Besta minnið er, tá eg sum ungur spælari setti mær fyri, at eg skuldi skjóta fyrsta málið á AB-vøllinum eftir skiftið frá grúsvølli til graslíki. Eg havi antin spælt við pinkum ella gentum 10-12, og vit skuldu spæla fyrsta dystin. Vit spældu tá hálvan vøll, og okkurt dreingjalið spældi samstundis á hinari hálvuni. Eg kappaðist sostatt bæði við okkara mótstøðulið og eisini við dreingjaliðini í dystinum við síðuna av. Eg kláraði tó at fáa fyrsta málið á vøllinum, júst sum ætlað, og reypaði um tað í fleiri vikur aftaná.
Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag?
Felagsskapurin – uttan iva.
Lýs teg sjálva sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Treisk, kappingarsinnað og fair – sum oftast J
Hvør sangur er tín yndis sangur?
Ein ómøguligur spurningur. Eg haldi meg hava fleiri yndissangir. Tað kemur alt an upp á lagið, man er í, og hvar man er í lívinum. Tað er í hvussu er sera týdningarmikið fyri meg, at bæði lag og tekstur eru væl skrivað. Lagið skal fanga og variera, og gjarna má okkurt ljóðføri uppí, sum brýtur frá. Teksturin má gjarna vera poetiskur við nógvum myndamáli, men hann kann eisini vera púra einkultur – so leingi hann letur okkurt til hugflogið og kann analyserast.
Hvør syngur best á tínum liði?
Eg havi ikki hoyrt allar syngja, men Durita og Anna Maria eru í hvussu er sera raskar til tað, og ljóða bara væl, so tær skulu sleppa at deila tann heiðurin J
Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst?
Eg haldi meg ikki hava nøkur ritualir sum so. Eg ansi eftir ikki at eta ov tungan mat á degnum og royni at drekka nóg mikið av vatni. Kaffi má eg so gott nokk hava ein kopp av, áðrenn eg møti – billi mær inn, at tað gevur mær eyka orku. Tónleikur við fullari styrki hoyrir eisini til viðhvørt, áðrenn man fer heimanífrá.
Hvør er stuttligasti persónur á liðnum?
Aftur her sleppa Anna Maria og Durita at deila heiðurin. Tær eru virkuliga festligar.
Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni?
Í hesum koronatíðum hevur man fleiri. Vegna sóttarhald fortelji eg bert innanhýsisvittigheitir ;)
Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Akkurát nú hendir so nógv bæði innan ungdómsarbeiðið og promovering av felagnum, so eg havi ikki ordiliga nakað at seta fingur á. Eri mest spent uppá, hvat fer at koma burturúr.
Síðan Corona byrjaði at herja í landinum, hevur tú so funnið fram nakað gamalt ella eitt nýtt frítíðarítrív?
Eg eri byrjað at renna túrar aftur – tað er eitt sindur síðan seinast. Og tað er so deiliga forfrískandi, nú tá man annars bara heldur seg við hús og ikki sleppur at íðka felagsítrótt. Annars njóti eg eyka tíðina, sum eg havi fingið saman við dóttrini. Tað er ein fantastisk kvalitetstíð.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Hvør er besti venjari, tú hevur havt?
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Side 21 ud af 38