AB tekur ímóti TB sunnudag!
Tað er nú váttað, at fyrsta umfar í betri deildini verður leikt sunnudagin 15. mars. Hetta hevur Kappingarnevdin hjá FSF avgjørt í gjár. Semja er í kappingarnevndini at halda fast við kappingarskránni, sum varð samtykt leygardagin, tá ið 1. umfar í Betri deildini hjá monnum varð útsett.
1. umfar í Betri deildini hjá monnum verður sostatt leikt komandi sunnudag.
Hetta merkir, at AB fær vitjan av TB. Ein dystur, sum vit av álvara gleða okkum til á Argjum.
Hvussu støðan verður viðvíkjandi áskoðarum er framvegis nakað ógreitt. Hetta verður tó umrøtt á fundi millum feløgini og FSF mikudagin. Men sum skilst fáa áskoðarar atgongd til dystin, tó at ætlanin er at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing.
- Detaljer
- Skrevet af: Marius Thomassen
Eingir áskoðarar til dystin sunnudagin!
Tað harmar meg almikið, at boða frá at fyrsti dysturin í Betri deildini verður leiktur uttan áskoðarar. Tað er starvsnevndin hjá FSF, sum hevur tikið hesa avgerð. AB fylgir sjálvandi boðunum.
Dysturin millum AB og TB verður tó at síggja í Televarpinum.
Næsti heimadystur verður móti Eb/Str. tann 22. mars. Tá gleða vit okkum at síggja tykkum ?
Vinaliga,
Marius Thomassen
Formaður
- Detaljer
- Skrevet af: Marius Thomassen
Fótbóltskappingin byrjar
Nú byrjar fótbóltskappingin av álvara aftur.
Fyrstu dystirnir hjá AB eru hesir:
Leygardagin 7. mars
Kl. 13.00 1. Deild AB - KÍ á Argjum (Áskoðarar vælkomnir)
Kl. 10.30 Dr. U17 07Vestur - AB/B71 í Sørvági
Sunnudagin 8. mars
Kl. 15.00 Betrideildin AB - TB á Argjum
Allar dystartíðir í øllum deildum hjá AB síggjast við at trýsta á "komandi dystir" ovast á heimasíðuni. Yvirlitið verður dagført hvørt týskvøld.
Dystarskráin hjá Betrideildini sæst við at trýsta her.
Dystarskráin hjá 1. Deild monnum sæst við at trýsta her.
Dystarskráin hjá 1. Deild kvinnum sæst við at trýsta her.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB nývalda nevnd og nýggjan formann
Argja Bóltfelag hevði ársaðalfund í kvøld, hóskvøldið 27. februar 2020. Rættiliga nógv fólk møttu á aðalfundinum, og er tað at gleðast um, at áhugin fyri felagnum er stórur.
Nevndarval var sum vanligt á skránni. Í nevndini hjá AB seinasta árið hava sitið Doris Vang Rasmussen (forkvinna), Anja Rasmussen, Ørvur Andreasen og Mourits Joensen. Fyri vali hesaferð stóðu Doris, Ørvur og Mourits. Tey boðaðu øll 3 frá, at tey tóku ikki við afturvali. Anja Rasmussen stóð ikki fyri vali í ár og heldur fram í nevndini.
Doris Vang Rasmussen var vald í nevndina hjá AB í 2007, og hevur mestsum uttan slit sitið í nevndini síðani tá, harav seinastu 3 árini sum forkvinna. Doris takkaði fyri seg á fundinum og segði, at hon helt at stundin var komin at taka seg aftur og lata onnur taka yvir.
Tað treyt ikki við valevnum til nevndarsessirnar, og vóru hesi vald í starvsnevndina hjá AB: Durita Sloan Dal-Christiansen, Marius Thomassen, Dánjal Jákup Hansen og Kristian Martin Skála. Til tiltakslim vóru vald Valgerð Andreasen og Jens Petur Andreasen.
Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er starvsnevndin hjá AB nú henda:
Marius Thomassen, formaður
Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna
Anja Rasmussen, skrivari
Dánjal Jákup Hansen, kassameistari
Kristian Martin Skála, nevndarlimur
Valgerð Andreasen, tiltakslimur
Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.
Nývalda nevndin hjá AB (aftast frá vinstru) Marius Thomassen, formaður, Dánjal Jákup Hansen, kassameistari, Kristian Martin Skála, nevndarlimur og Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.
Fremst frá vinstru: Valgerð Andreasen, tiltakslimur, Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna og Anja Rasmussen, skrivari.
Fráfarandi forkvinna Doris Vang Rasmussen ynskir nývalda formanninum, Marius Thomassen, tillukku og góðan byr í nevndini.
Nógv fólk møttu á aðalfundinum.
(Myndatøkur: Kristian Dahl)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Mint verður á ársaðalfundin hjá AB hósdagin 27. februar
Sagt verður frá, at ársaðalfundur Argja Bóltfelags verður hósdagin hin 27. februar 2020, kl. 20.00 í AB-húsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Ársfrágreiðing
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri farna árið
3. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin
4. Val av starvsnevnd og varalimum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Nevndin
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 23 ud af 38