Pedro Tarancon vorðin ABari
AB hevur skrivað sáttmála við Pedro Tarancon, sum hevur spælt fótbólt í Føroyum síðani 2016. Pedro er ættaður úr Spania, men hevur búð her á klettunum í nøkur ár. Hann hevur spælt við B68, undantikið seinnu hálvu í 2017, tá hann var hjá ÌF. Pedro er verjuleikari. Hann fyllir 34 ár í vikuni, so hann verður aldurspresidentur í hópinum hjá AB, sum tað sær út í løtuni.
Á myndini ynskir næstformaðurin hjá AB, Ørvur Andreaasen (vm), Pedro Tarancon vælkomnan til AB.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Janus Svabo Samuelsen til AB
21 ára gamli miðvingurin Janus Svabo Samuelsen hevur í dag skrivað sáttmála við AB, og verður hann hervið ein partur av hópinum hjá Betraliðnum komandi kappingarár.
Janus er uppvaksin í MB og í 2014 spældi hann við U18 liðnum hjá 07Vestur. Hann fór síðani til Brøndby, har hann í 2015 og 2016 spældi við U17 og U19 liðunum hjá teimum. Í seinnu hálvu av 2016 var hann aftur í Føroyum og spældi við 07 Vestur til 2019, tá hann hetta kappingarárið royndi seg hjá Skála. Janus hevur eisini verið á U15, U17, U19 og U21 landsliðunum her heima, so hann er ein spælari við hollum royndum, ið nú fer at vera at síggja í AB búnanum komandi ár.
Janus sigur í viðmerking við heimasíðuna hjá AB, at hann hevur altíð hildið, at AB hevur nógvar spennandi leikarar. Honum dámar væl hugburðin hjá AB, og hann hevur altíð hildið tað vera ringt at havt AB sum mótstøðulið. Nú hevði hann hug at vera ein partur av hesum liðnum, og tað er orsøkin til, at hann hevur skrivað sáttmála við AB.
Vit ynskja Janusi vælkomnan út á Argir.
(Á myndini eru forkvinnan hjá AB Doris V. Rasmussen og Janus Svabo Samuelsen).
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Lutaseðlarnir á jólatombola
Lutaseðlarnir, ið seldir vóru til jólatombola 7. desember eru drignir, og hava hesi vunnið:
1. Bláur 747
2. Ljósareyður 592
3. Gulur 546
4. Ljósareyður 560
5. Ljósareyður 776
6. Gulur 592
7. Grønur 599
8. Bláur 796
9. Gulur 614
10. Gulur 619
11. Hvítur 888
12. Grønur 810
13. Grønur 891
14. Bláur 706
15. Ljósareyður 506
Vinnarar kunnu ringja tlf. 510669.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 25 ud af 38