Dávid Langgaard til AB
AB hevur í dag, mikudagin 20. november, gjørt sáttmála við 24 ára gamla Dávid Langgaard, sum sostatt verður ein partur av Betraliðnum hjá AB komandi ár. David er uppvaksin á Norðoyri í Klaksvík og hevur altíð verið KÍari og spældi við KÍ fram til 2018. Hann hevur síðani verið eitt rend í Fuglafjarði, har hann spældi 25 dystir við ÍF í Betrideildini í kappingarárinum 2019.
Nú hevur Dávid so lagt leiðina út á Argir til komandi ár. Hann gongur í løtuni í Maskinskúla í Havn og býr eisini av tí sama í høvuðstaðarøkinum. Tað er ein av orsøkunum til, at hann hevur valt at spæla fótbólt her suðuri, heldur enn norðanfyri.
Dávid hevur spælt eitt sindur allastaðni á vøllinum, men tó mest í verjuni og eisini í miðjuni.
Vit ynskja Dávid Langgaard vælkomnan til AB, og vit gleða okkum, til gongd kemur á fótbóltin aftur.
(Á myndini eru forkvinnan hjá AB Doris V. Rasmussen og Dávid Langgaard)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB sett Rógva Nónsgjógv Poulsen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjara og fysiskan venjara
Rógvi Nónsgjógv Poulsen, ið hetta seinasta árið hevur verið í hálvtíðarstarvi sum høvuðsungdómsvenjari hjá AB, heldur fram í starvinum. Hann fer komandi árið at starvast fulla tíð sum høvuðsungdómsvenjari og sum fysiskur venjari hjá eldru deildunum.
Tað er stórt framstig hjá AB at felagið nú hevur ein høvuðsungdómsvenjara í starvi fulla tíð. Hetta er ikki roynt hjá AB áður, og tað er tí gleðiligt, at felagið hevur hækkað støðið enn meira við at hava fulltíðarsettan høvuðsungdómsvenjara.
Rógvi Nónsgjógv Poulsen kallaðist áður Rógvi Poulsen. Hann hevur í samband við, at hann í farna mánaða giftist, fingið sær millumnavnið Nónsgjógv, sum er ættarnavnið hjá frúuni, Døgg Nónsgjógv.
Rógvi er gamal fótbóltsspælari. Hann hevur spælt fleiri ár við AB, og hevur í nógv ár spælt í fremstu deildini í føroysku fótbóltskappingini. Hann hevur harafturat verið á øllum U-landsliðunum og hevur eisini verið á A-landsliðnum. Hann er sostatt ein sera royndur fótbóltsleikari.
Seinastu árini hevur Rógvi harafturat nomið sær ymsa útbúgving innan ítrótt. Um fáar vikur verður hann liðugur við høvuðsútbúgvingina, og fær hann tá kandidatprógv í humanari fysiologi. Vit hava hervið ein væl skikkaðan og væl útbúnan Rógva, sum hevur allar fortreytir fyri at kunna útinna starvið sum høvuðsungdómsvenjara og fysiskur venjari hjá AB.
Høvuðsuppgávurnar hjá Rógva vera sum nevnt at vera høvuðsungdómsvenjari og at vera fysiskur venjari hjá serliga teimum eldru leikarunum.
Nútímans fótbóltur er rættiliga fysiskur. Tað sæst úti í heimi og sæst eisini meira og meira í føroyskum fótbólti. Fysisk venjing kann ofta vera ov óorganiserað og tilvildarlig, men nú fysiski venjarin hjá AB hevur útbúgving innan økið, verður fysiska venjingin væl kvalifiserað og løgd til rættis eftir vísindaligum prógvaðum standardum.
Hetta ger tað eisini meira áhugavert hjá leikarum og venjarum, tá venjingin verður skipað á professionellum støði og eftir vísindaligum leisti.
Tað er nógvur vinningur við, at leikarar eru í góðari fysiskari venjing. Her er eisini fokus á skaðafyribyrging, og tað er sjálvandi umráðandi, at leikarar vera í minni vanda fyri at gerast skaddir.
Umframt at verða skaðafyribyrgjandi, er ætlanin við styrkivenjingini at økja um avrikið hjá leikarunum við at t.d. gera rørslurnar hjá leikarunum meira eksplosivar og skjótari.
Rógvi hevur lagt ein góðan botn og hevur skapt sær royndir hjá AB hetta farna árið, har hann hevur verið í hálvtíðarstarvi sum høvuðsungdómsvenjari. Nú hann er settur í starv fulla tíð, kann hann arbeiða víðari við settu málunum. Eitt av endamálunum er eisini at rekruttera leikarar og venjarar til AB. Tá karmarnir nú eru vorðnir enn betri og professionellari, er enn meira áhugavert at spæla fótbólt við AB ella at gerast venjari í onkrum av deildunum hjá felagnum.
Nevnast kann, at AB fyri fyrstu ferð skipaði fyri fótbóltsskúla í 2019 í samstarvi við FSF og eisini hevur B1 venjaraskeið verið hildið á Argjum, har nógvir venjarar hjá AB luttóku. Rógvi var stigtakari til hetta, og ætlanin er at halda fram við hesum tiltøkum á Argjum komandi árini.
Endamálið hjá høvuðsungdómsvenjaranum er m.a. at eygleiða, stuðla og vegleiða venjararnar í øllum deildunum og hjálpa venjarunum at gerast enn betri og betri sum frálíður. Tað kann kanska onkuntíð tykjast einsligt hjá einum venjara, um ikki hann hevur onkran at styðja seg til. Her er tað óføra gott hjá einum venjara, at hava ein ungdómsvenjara afturat sær, sum kann gera tað enn meira áhugavert at vera venjari.
AB hevur við setanina av Rógva Nónsgjógv Poulsen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjara og fysiskan venjara tikið seg eitt fet longur fram. Harvið er sett fokus á at skapa góðar karmar og menna felagið, so tað skal gerast enn meira áhugavert at vera partur av AB sum leikari ella venjari.
AB ynskir Rógva Nónsgjógv Poulsen góðan byr. Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv, til gleði og gagns fyri øllum, ið eru í felagnum.
(Á myndini eru forkvinnan hjá AB, Doris Vang Rasmussen, og høvuðsungdómsvenjarin Rógvi Nónsgjógv Poulsen)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Adeshina Lawal til AB
Adeshina Lawal, sum seinastu 7 árini hevur spælt fótbólt í Føroyum, tekur komandi ár eitt tørn á liðnum hjá AB, har hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Adeshina hevur spælt fyrst 2 ár við B36 og síðani 2 ár við ÍF og 3 ár við Víkingi. Nú vendir hann aftur til høvuðstaðarøkið og verður partur av hópinum hjá AB í 2020, har hann fer at styrkja um álopspartin. Adeshina hevur skotið fitt av málum í karrieru síni, og vónandi vera nøkur mál skotin afturat í AB-búnanum komandi ár.
Á myndini ynskir forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, Adeshina Lawal vælkomnan til AB.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
2 nýggir málmenn til AB
Kappingarárið er lokið og fyrireikingarnar er farnar í gongd til komandi kappingarár. Á málmanspostinum eru vit nú væl stillaði, tí AB hevur gjørt sáttmála við málmenninar Bjarta Vitalis Mørk og Silas Eyðsteinsson, sum sostatt vera at síggja millum málstengurnar í Betrideildini og 1. deild hjá AB komandi ár.
Bjarti er 18 ára gamal og kemur úr HB. Hann hevur eisini spælt á U15, U17 og U19 landsliðunum.
Silas er 21 ára gamal og kemur úr 07 Vestur. Hann hevur eisini spælt á U17 og U19 landsliðnum.
Umframt hesar báðar málmenninar er góði gamli málmaðurin hjá AB, Heðin Stenberg, framvegis partur av hópinum. Heðin var tíverri skaddur meginpartin av farna kappingarári, men er komin fyri seg aftur og verður klárur til komandi ár.
Á myndunum er tað forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, sum ynskir Bjarta (ovast) og Silas (niðast) vælkomnun til AB.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 26 ud af 38