Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Lutaseðlar 26. oktober

Lutaesðlar vóru seldir til dystin AB - HB 26. oktober, og eru vinnaranumrini hesi:

1. Grønur 959

2. Bláur 996

3. Ljósareyður 111

Vinnarar kunnu ringja tlf. 580940

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 27. oktober 2019

Hugnakvøld í AB-húsinum leygarkvøldið 26. oktober

Í samband við at seinasti dystur í Betrideildini verður spældur leygardagin 26. oktober, og at kappingarárið hervið er lokið, verður sama kvøld skipað fyri einum hugnakvøldi í AB-húsinum.

Opið hús verður alt leygarkvøldið frá kl. 19.00 og úteftir, har øll eru hjartaliga vælkomin. Borðreitt verður við onkrum góðum til matna, og okkurt drekkandi verður eisini afturvið.

Vónandi síggja vit nógv fólk til eitt gott prát og eitt hugnaligt kvøld, har vit kunnu hava tað stuttligt og tosa um kappingarárið, sum farið er. 

Vit síggjast!

 

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 25. oktober 2019

Dreingir U13 vunnu steyp


Dreingir U13 spældu í dag á Argjum seinasta umfar í kappingini í ár. Spenningur var í luftini, tí AB hevði møguleika at vinna bólkin. Samlaða úrslitið gjørdist, at AB vann bólkin sannførandi við 35 stigum.

Aftaná kappingina fingu teir ferðasteyp handað frá FSF.

Venjarar hjá dreingjum U13 eru Rói Henriksen og Jan Sjóstein.

Hjartaliga tillukku við 1. plássinum!

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 12. oktober 2019

Fleiri AB'arar á landsliðið

S

So hevur FSF úttikið genturnar, ið skula spæla á U17-landsliðnum 16.-23. okt. á Tórsvølli! Við í hópinum eru Judith Ei. Rasmussen, Ronja L. Mouritsen og Fridrikka M. Clementsen úr AB/B71!
Tær skulu spæla móti Noregi, Slovenia og Aserbadjan! Vit ynskja teimum tillukku og alt tað besta 

Detaljer
Skrevet af: Jútta Reynslág
Senest opdateret: 8. oktober 2019

Ári á landsliðið!

So kom okkara egni Ári Arnason aftur uppí landsliðshópin hjá Dreingjum U15, sum 15.-22. okt. fer til Írlands at spæla menningarkapping! Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við heiðrinum :)

Detaljer
Skrevet af: Jútta Reynslág
Senest opdateret: 1. oktober 2019
  1. Lutaseðlar 29. september
  2. 2. deild kvinnur fingu silvur og bronsu

Side 27 ud af 38

  • 22
  • 23
  • 24
  • 25
  • 26
  • 27
  • 28
  • 29
  • 30
  • 31
  • Author Login