Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Fótbóltsskúlin 2019


Fótbóltssamband Føroya fer saman við fleiri feløgum kring landið at skipa fyri fótbóltsskúlum í summar.

Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).

Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.

Fótbóltsskúlin verður hildin yvir tveir dagar og er hann ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum 6 til 14 ár (tvs. børn fødd í 2005 til og við 2013). Øll sum luttaka fáa afturat góðari fótbóltsvenjing eisini mat, frukt, bólt, t-shirt og luttøkubræv.

Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2019 fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 400,00 kr. fram til tríggjar vikur áðrenn fótbóltskúlin verður hildin. Tá hækkar luttøkugjaldið til 500,00 kr.

Fótbóltsskúlarnir vera fylgjandi dagar og støð:

Tórshavn, 28. og 29. juni 2019 Stað: Gundadalur Felag: Havnar Bóltfelag

Toftir, 28. og 29. juni 2019 Stað: Svangaskarð Felag: B68 Tofta Ítróttarfelag

Argir, 1. og 2. juli 2019 Stað: Inni í Vika Felag: Argja Bóltfelag

Eiði, 12. og 13. juli 2019 Stað: í Hólmanum Felag: EB/Streymur

Sørvágur, 15. og 16. august 2019 Stað: á Dungasandi Felag: 07 Vestur

Melda til Fótbóltsskúlan her:

https://www.atgongumerki.fo/fsf/

Detaljer
Skrevet af: FSF
Senest opdateret: 31. maj 2019

Dystir komandi dagarnar

Fríggjadagin 17. mai, Dýri Biðidagur

Kl. 15.00 2. Deild menn AB - EB/S á Argjum

Kl. ???? Dreingir U15 ÍF - AB í Fuglafirði (Útsettur til 30. mai)


Leygardagin 18. mai

Kl. 10.00 Gentur U9 ABa, ABb, B36c, B68a, KÍa, KÍb, MB og NSÍc á Argjum

Kl. 13.00 2. deild kvinnur AB - ÍF/Víkingur/B68 á Argjum

Kl. 12.30 Dreingir U9 ABa, ABb, 07 Vestura, B36a, EB/Streymura, FCS, HBa, NSÍa og Skálaa í Havn

Kl. 19.00 2. deild kvinnur HB - AB/B71 í Havn

Kl. 09.00 Dreingir U15½  B36b - AB í Havn

Kl. 10.00 Dreingir U8 AB a, AB b, Víkingur a, Víkingur b, Víkingur c, Skála a, Skála b og NSÍ b í Leirvík

Kl. 11.00 Dreingir U13  ABa, Skálaa, B36B og HBc á Skála

Kl. 13.30 Dreingir U17 07Vestur - AB/B71 steypakapping í Sørvági

Sunnudagin 19. mai

Kl. 17.00 Betrideildin AB - TB á Argjum

Kl. 13.00 Gentur U18 AB/B71 - B36 á Argjum


Mánadagin 20. mai

Kl. 20.00 Dreingir U21 FC Hoyvík - AB í Hoyvík

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 15. maj 2019

Stjørnuskot í Hvítarusslandi

Í hesum døgum leikar U17-landsliðið hjá gentum í Hvítarusslandi. Í hópinum eru ikki færri enn 4 av okkara leikarum úr felagsliðnum AB/B71. Hetta kunnu vit vera errin av. Og er hetta ikki minst ein góð glíðibreyt víðari á fótbóltsleiðini. Okkara røsku gentur eru: Judith E. Rasmussen, Rakul B. í Soylu, Eyðbjørg Reynslág og Fridrikka M. Clementsen. Vit ynskja teimum góða eydnu víðari í Hvítarusslandi. 

Detaljer
Skrevet af: Jútta Reynslág
Senest opdateret: 9. maj 2019

Lutaseðlarnir til dystin 3. mai

Lutaseðlarnir, sum vóru seldir til dystin AB - KÍ 5. mai, eru drignir, og 1 vinningur er ikki avheintaður: Grønur 586.
Vinnarin kann ringja tlf. 580940.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 7. maj 2019

Dystir komandi dagarnar

Hósdagin 9. mai

Kl. 20.00 Dr. U17 07Vestur - AB/B71 í Sørvági (fluttur frá 4. mai og 8. mai)


Leygardagin 11. mai

Kl. 10.00 Dr. U7 ABa, ABb, B68a, Kía, Kíb á Argjum

Kl. 12.00 Gentur U11 ABa, ABb, B36b, Skálab, MB, HBc, KÍb á Argjum

Kl. 14.30 Dreingir U15½ AB - KÍ á Argjum

Kl. 18.00 Dreingir U17 AB - 07V á Argjum (fluttur frá kl. 16.00)

Kl. 09.30 Dr. U13 steypakapping AB, HBa, KÍb, B71 í Gundadali

Kl. 12.00 2. Deild menn FC Hoyvík - AB í Hoyvík. (Fluttur frá kl. 16.00)

Kl. 10.00 Dreingir U11 ABa ÍF, KÍc, HBd, Skálab í Fuglafirði (flutt av Skála)

Kl. 10.00 Dreingir U11 ABb, Víkingurb, KÍb, B68a, 07 Vesturb á Toftum


Sunnudagin 12. mai

Kl. 15.00 Betrideildin NSí - AB í Runavík


Mánadagin 13. mai

Kl. 19.30 Dreingir U21 Undrið - AB verður spældur á Argjum.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 12. maj 2019
  1. Dystir komandi dagarnar
  2. Lutaseðlarnir

Side 32 ud af 38

  • 27
  • 28
  • 29
  • 30
  • 31
  • 32
  • 33
  • 34
  • 35
  • 36
  • Author Login