AB gjørt sáttmála við 2 málmenn
Tað er gott at vera væl mannaður við málmonnum. AB hevur styrkt um málmanshópin í eldru deildunum, soleiðis at tað nú eru 3 málmenn til reiðar. Vit hava í eina tíð bert havt 2 málmenn, og tað er ov lítið, tá tað altíð kann henda, at onkur teirra verður skaddur ella ikki fær spælt.
Sáttmáli er gjørdur við 17 ára gamla Sverra Petersen, sum er uppvaksin í AB og hevur verið málmaður seinastu árini hjá U21 og 2. deild. Nú hann hevur gjørt sáttmála við AB, er hann vorðin partur av hópinum í Betrideildini eisini. Sverri hevur góð evnir sum málmaður, og spennandi verður at síggja hann mennast í málinum, nú hann nærkast vaksnamanna aldur.
Somuleiðis hevur AB gjørt sáttmála við 20 ára gamla danan Christopher Nødskov Frydelund Kristensen. Christopher hevur seinastu árini verið málmaður í 2. división á seniorliðnum hjá Boldklubben Søllerød Vedbæk, har hann annars eisini er uppvaksin og hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum við góðum úrslitum.
Afturat hesum báðum málmonnunum hava vit okkara legendariska Heðin Stenberg. Sostatt skuldi málmanshópurin verið væl brynjaður til komandi kappingarár hjá Betrideildini, 2. deild og U21.
(Mynd: Sverri Petersen (vm) og Christopher N. F. Kristensen).
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
AB-Undrið mikudagin
2. Deild AB-Undrið spæla venjingardyst á Argjum mikudagin 27. februar kl. 18.30. (AB vann 2-0)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Gentur U11 byrja 5. mars
Gentur U11 (føddar 2008 & 2009) byrja venjing á AB-vøllinum týsdagin 5. mars kl. 16.
Vant verður týsdag og hósdag kl. 16-17. Venjari er Palli Joensen.
Allar gentur eru vælkomnar.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Nógv fólk á AB-limadegi
AB limadagur var í AB-húsinum í dag kl. 16.30-18.30 har høvi var at keypa AB-draktir og at gjalda limagjald. Nógv fólk komu á gátt hesa løtuna. Lutakast var um eina AB-drakt ímillum tey, ið guldu limagjald á AB-limadegnum. Lutakastið var, tá dagurin endaði, og vinnandi lutaseðilin er nr. 01. Vinnarin kann venda sær til tlf. 510669.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
B68 - AB sunnudagin
B68 - AB spæla venjingardyst á Toftum sunnudagin 24. februar kl. 12.30. (AB vann 2-0)
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 35 ud af 38