Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

AMERIKANSKUR VERJULEIKARI TIL AB

 
 
Fleiri útlendskir leikarar hava verið til royndarvenjing í felagnum síðstu vikurnar. Ein av hesum er 23 ára gamli amerikanarin, Michael Smith, og hann hevur AB skrivað sáttmála við fyri kappingarárið 2022.

Mike, sum hann verður nevndur, spælir í miðverjuni. Talan er um ein leikara, ið kropsliga er væl fyri, og eisini er hann mælskur og stýrir væl í verjuni.
 
Seinastu árini hevur Mike verið ein av stuðusleikarunum hjá Winthrop Eagles, ið er eitt felag, sum er knýtt at Winthrop University, har Mike hevur gingið á college, sum tað eitur hinumegin Atlantshavið.
 
Vit fegnast um, at enn ein brikkur til komandi kappingarárið er komin upp á pláss.
 
Á myndini er Michael Smith avmyndaður saman við høvuðsvenjara okkara, Sámali Erik Hentze.
 
Welcome to the club, Mike! 🇺🇸
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 27. januar 2022

Søla av fýrverki í AB-húsinum

Fýrverk í AB-húsinum

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 28. december 2021

Guðstænasta jólaaftan á AB-vøllinum

Argja kirkja bjóðar til jólagudstænastu á AB-vøllinum á Argjum jólaaftan kl. 15.00.

Sungnir verða lættir jólasálmar og GHM spælir undir.

Bergur D. Joensen boðar jólaboðskapin.

Talan verður um eina styttri gudstænastu.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 23. december 2021

Jóhan Stenberg venur kvinnurnar

Marius og Johan Stenberg
Eftir eitt turbulent, men læruríkt ár í betrideildini, spæla okkara kvinnur í 1. deild komandi ár.

Vit hava eina góđa blanding av ungum og royndum leikarum, sum koma at mynda liðið komandi kappingarár. Jóhan er eitt kent andlit á Argjum. Hann hevur verið í felagnum viđ onkrum styttri pausum síðan 1990'ini, bæði sum leikari, nevndarlimur, fyriskipari og ikki minst venjari. Í AB eru vit sera fegin um, at hava fingið ein so royndan og dugnaligan venjara at standa á odda fyri kvinnunum.

Hjartaliga vælafturkomin Jóhan
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 17. december 2021

Bagge er aftur í AB

Argja Bóltfelag kann við gleði og stoltleika kunngera, at tað verður Sámal Erik Hentze, ið vit eisini kenna sum Bagge, sum verður venjari hjá nýuppflutta besta mansliðnum hjá AB. Partarnir hava skrivað ein trý ára sáttmála.
 
Sámal Erik Hentze er eitt kent navn í AB. Hetta er fjórða ferðin, at hann byrjar í sessinum sum venjari hjá okkara besta mansliði. Í 2002 flutti hann besta mansliðið upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni, í 2012 flutti hann liðið upp í bestu deildina, og bæði í 2013 og 2015 eydnaðist tað honum at venda skútuni og tryggja sætið í bestu deildini, tá tað annars líktist greiðum niðurflytingum.
 
Tað er tó eisini hjá øðrum feløgum, at Sámal Erik Hentze hevur prógvað seg sum ein av Føroya bestu venjarum, tí hann hevur heili fýra føroyameistaraheiti at vísa á. Í 2009 vann hann FM við HB, í 2014 við B36 og í 2016 og 2017 við Víkingi.
 
Í løtuni er hann eisini venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, har úrslitini eisini hava verið sera góð. Bagge hevur sáttmála við FSF tað, sum er eftir av núverandi undankapping, ið endar í summar, og harvið fer hann at hava ábyrgd av fýra landsdystum afturat venjarastarvinum hjá AB. Vit eru takksom fyri, at FSF letur Sámal Erik Hentze byrja í øðrum starvi, hóast hann eisini hevur annað venjarayrki at taka sær av.
 
Væl afturkomin til AB, Bagge!
Detaljer
Skrevet af: Neli Heldarskarð
Senest opdateret: 7. december 2021
  1. Vinnaranumrini
  2. AB luttekur í Scandinavian League

Side 5 ud af 38

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login