Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Menninir til Leirvíkar

1. deild menn: Víkingur 🆚 AB
⏰: Hósdagin 24. juni klokkan 19.
🏟: Á Brekku í Leirvík
Okkara besta manslið spælir sín seinasta dyst hesumegin summarsteðgin í morgin í Leirvík ímóti Víkingi. Dysturin byrjar klokkan 19.
Tað skerst ikki burtur, at fyrra kappingarhálva hevur verið tung, og fyri okkara viðkomandi er tað alt annað enn stuttligt at hyggja eftir stigatalvuni.
Men nú spæla vit ein síðsta dyst áðrenn summarsteðgin, og vit stuðla sjálvandi altíð okkara monnum og trúgva uppá, at teir kunnu koma aftur á Argir við trimum stigum.
Eftir hendan dystin spælir besta mansliðið ikki aftur fyrr enn 27. juli, tá ið ólavsøkudystur ímóti KÍ er á skránni inni í Vika. Og tað er ongin ivi um, at í summarsteðginum skulu munagóðar broytingar gerast til frama fyri besta mansliðið, sum er flaggskipið í felagnum og skal hava hægstu raðfesting.
Men áðrenn vit hugsa um summarsteðg og seinnu hálvu snýr tað seg um dystin í morgin.
Vit ynskja okkara monnum bestu eydnu og vilja heita á fjepparar um at koma til Leirvíkar at stuðla.
Kom so, AB! ❤️💙
Detaljer
Skrevet af: Neli Heldarskarð
Senest opdateret: 24. juni 2021

Familjudagur

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 21. juni 2021

Allir dystir avlýstir

Vegna Corona støðuna í Føroyum í dag, so verða allir dystir í lands- og steypakappingunum, sum skulu spælast til og við hósdagin 10.juni 2021, útsettir.

Detaljer
Skrevet af: FSF
Senest opdateret: 4. juni 2021

Online BINGO

 
AB skipar aftur fyri online bingo sunnudagin 30. Mai kl. 16! og tú kanst vera við til at stuðla Argja Bóltfelag, við at spæla við á Facebook. Eisini verða lutaseðlar trektir ímillum spølini.
 
Kostnaður:
 
Bingoplátur:
1 pláta við 6 spølum kostar 60 kr.
2 plátur við 6 spølum hvør kosta 100 kr.
 
Lutaseðlar:
Hvør lutaseðil kostar 10. kr.
 
Soleiðis gert tú:
 
Tú sendir boð til Argja Bóltfelag á Facebook og viðmerkir hvussu nógvar plátur og lutaseðlar tú ynskir at keypa. Síðani flytir tú peningin á Konto nr.: 6460-156.536.4 og viðmerkir títt navn.
Vit skráseta títt navn og nr. á plátu, og senda tær plátur og lutaseðlar talgilt.
 
Seinasta freist at keypa er sunnudagin 30. Mai kl. 13:00
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 27. maj 2021

Gjørdu ein Istanbul á Svangaskarði


2. deild menn: B68 🆚 AB 3️⃣-3️⃣
 
Okkara næstbesta manslið spældu leygardagin 22. mai á Svangaskarði ímóti B68.
 
Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at skriva heim um. Liðini fóru til hálvleiks á jøvnum, 0-0.
 
Men helt áskoðarin á Svangaskarði í dag, at fyrri hálvleikur var keðiligur at hyggja eftir, so kann viðkomandi ikki hava hildið tað sama eftir seinna hálvleik, har tað var sonn málveitsla.
 
Eftir 71 minuttir var líkt til, at vit skuldu heimaftur ígjøgnum Eysturoyartunnilin við ongum, tí upp á 26 minuttir í seinna hálvleiki leggur B68 seg á odda 3-0.
 
So hildu tey flestu, at nú var liðugt, og at stigini fóru at verða verandi á Toftum.
 
Men soleiðis skuldi ikki verða.
 
Í Champions League-finaluni í Istanbul í 2005 hevði Liverpool seks gandakendar minuttir, har Liverpool vendi 0-3 til 3-3 ímóti AC Milan. Okkara næstbestu royndu á bestan hátt at gera Liverpool kynstrið eftir, hóast tað tók okkum eitt sindur longri, 13 minuttir, at venda 0-3 til 3-3.
 
Fyrst minkar Hanus Ólavsson um munin til 3-1 eftir 74 minuttir. Hendan støðan heldur sær til fimm minuttir eru eftir av vanligu leiktíðini, tá eldhugaði Liverpool-fjepparin, Martin Balle, setir sær fyri, at nú skuldu vit skapa okkara egna Istanbul. Fyrst minkar Martin um munin til 3-2 við máli úr stuttari fjarstøðu, og tveir minuttir seinni verður Martin spældur leysur og javnar til 3-3. Tá var frøðin sum vera man stór á okkara monnum.
 
Javnleikur, 3-3, gjørdist endaliga úrslitið. Tað einasta, sum manglaði fyri at fullkomiliga eftirlíkna undrinum úr Istanbul var, at vit fingu eina brotssparkskapping, har dagsins vikarur í málinum, Brandur Jákupsson, tryggjaði okkum sigurin, men brotssparkskappingar eru ikki ein partur av landskappingardystum.
 
Sera væl komið aftur av okkara monnum, sum við eina stiginum framvegis eru nummar 6 í 2. deild - nú við níggju stigum.
 
Vit loyva okkum at ynskja okkara monnum til lukku við eina stiginum og fegnast um góða hugburðin! ❤️💙
Detaljer
Skrevet af: Neli Heldarskarð
Senest opdateret: 25. maj 2021
  1. Fótbóltsskúli á Argjum í summar
  2. U17 vann í Trongisvági

Side 8 ud af 36

  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • 11
  • 12
  • Author Login