Kunnu gera enn eitt hál




Stutt er ímillum dystirnar hjá okkara besta mansliði í hesum døgum. Leygardagin vunnu vit ein væl uppibornan sigur á 4-0 ímóti NSÍ, og longu í morgin skulu okkara menn í eldin aftur ímóti teimum næstbestu hjá HB.
Talan er um ein útsettan dyst, sum av røttum skuldi verið spældur 12. juni, men tá legði koronusmittan allar dystir hjá okkara mansliðum lamnar í 10 dagar, og tí verður dysturin ikki spældur fyrr enn nú.
Illa hevur gingið í hond hjá HB í seinastuni, sum hevur tapt tríggjar dystir á rað og í løtuni er eitt plass og tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Setningurin hjá HB gerst ikki lættari av, at besta liðið samstundis er í Ísrael og spælir evropeiskan dyst, har eini 18-20 leikarar eru við.
Vit vita tó, hvussu fótbóltur er, hvussu ilt tað er at spáa um úrslit og hvussu tað skjótt tað kann ganga báðar vegir, so vit taka onki fyri givið, hóast vit nokk eru at meta sum favorittar til hendan dystin. Okkara menn vístu til tíðir sera gott spæl í síðsta dysti, men skulu vit klintra upp ígjøgnum stigatalvuna, so skulu vit vísa gott spæl í hvørjum dysti. Í morgin kunnu vit í øllum førum ikki brúka nakað annað enn trý stig.
Hetta er næsti av trimum dystum, sum vit spæla ímóti HB í ár. Tann fyrsti dysturin liðanna ímillum endaði 2-1 til okkum í einari uppgerð, har vit máttu stríðast og knossast fyri sigrinum. Tað verða vit eisini noyddir til í morgin.
Vit ynskja okkara monnum bestu eydnu og vilja heita á fjepparar um at møta upp í Gundadali og stuðla okkara monnum.
KOM SO, AB! 



- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Frálíkur sigur í Runavík
1. deild menn: NSÍ
AB
-



Vit høvdu alstóran tørv á trimum stigum ímóti NSÍ í Runavík í dag, og tey stigini fingu vit. Hetta var ein av heilt góðu dystunum hjá okkum í ár, har vit til tíðir vístu sera gott spæl, og so var tað eisini hugaligt at síggja, at ein av nýggju monnunum veruliga vísti, hví AB hevur leitað sær styrk uttanlands.
Liðið í dag varð mannað við Anders í mál, Teiti J. og Sørin í miðverjuni og Jákupi Paula og Rógva N.P. á hvør sínum bakki. Bjarni og Adis vóru mitt á miðuni, Mads og Teitur D. í borðunum, og so var okkara nýggi nummar 99, Ardit, álopssinnaður miðvallari. Heilt fremst var Símin.
Tað sæst beinanvegin, at okkara menn ætla sær trý stig í dag. Vit seta okkum á dystin og spæla væl runt, men blíva ikki veruliga vandamiklir at byrja við. NSÍ hóttir einaferð, tá ið ein óneyðug uppspælsvilla setir runavíkingar í eina vandamikla støðu. Tíbetur gerst tað ikki verri enn, at Anders kann taka sær av tama skotinum, sum kemur.
Eftir 20 minuttir bragdar hjá okkum. Mads og Bjarni spæla væl saman og senda Jákup Paula avstað, sum er komin í yvirlapp. Hann skjýtur innfyri og rakar Símin, sum sendir bóltin víðari í hina síðuna, har Teitur Debes trekkir og skjýtur upp á mál. Skotið er kanska ikki av teimum allar bestu, men útsýnið hjá NSÍ-málverjanum verður tarnað av við- og mótleikarum, og so endar bólturin við at fara í netið. Eitt heilt gott mál, sum fleiri leikarar eiga sín lut í.
Eini 10 minuttir fyri hálvleik halda vit okkum eiga brotsspark. Teitur Debes trekkir aftur inn úr vinstru, setir eini tveir mans av, men tá hann er í ferð við at seta triðja mannin av verður hann feldur av mótleikara. Eitt klokkuklárt brotsspark í okkara hugaheimi, men dómarin floytar ikki.
Hetta gloyma vit tó skjótt, tí fimm minuttir fyri hálvleik er aftur mál til AB. Hesaferð er bólturin endaður í høgru síðu, har ein av nýggju monnunum, Mads Zaar, við frálíkum einmansavriki setir fleiri mans av og fríur ímóti málinum setir hann bóltin trygt í øvuta síðunet til 2-0. Hetta verður hálvsleiksstøðan, og menn kunnu fara væl nøgdir til hálvleiks.
Komnir út til seinna hálvleik fáa vit ein hvøkk, tí NSÍ setir okkum undir tungt trýst fyrstu tveir-tríggjar minuttirnar, har vit ikki eydnast at koma úr egnum brotsteigi. Ongin upplagdur málmøguleiki spyrst tó burturúr, og ístaðin verður dysturin avgjørdur lítla løtu seinni.
Vit fara í snarálop, og Símin sendir Ardit avstað. Beint uttanfyri brotsteigin er hann um at vera fríur ímóti málinum, men ein NSÍ-leikari tekur neyðbremsuna í nýtslu, og so er reytt kort, sum merkir, at vit eru í yvirtali restina av dystinum.
Restina av dystinum hevur AB so at siga fullkomiliga tamarhald á støðuni og skapar fleiri góðar málmøguleikar. Ungi og evnaríki málverjin hjá NSÍ skal tó eiga rós fyri, at hann spældi ein branddyst, og hann var høvuðsorsøkin til, at okkara sigur ikki gjørdist enn størri.
Eftir mongu góðu støðurnar eydnast tað okkum endiliga at økja til 3-0, tá eitt korter er eftir. Gott spæl í vinstru síðu endar við, at Mads verður spældur leysur. Aðrir leikarar standa eisini í góðum støðum inni í brotsteiginum, men Mads fer sjálvur og júst sum í hansara fyrsta máli sendir hann bóltin trygt yvir í øvuta síðunet, hesaferð til 3-0.
Onki er at siga til, at Mads var okkara besti maður í dag. Hann er sera væl fyri tekniskt, hevur gott spælskil og er ringur at steðga, tá hann kemur upp í ferð. Í yvirtíðini setir Mads krúnuna á verkið á hansara og okkara flotta avriki í dag, tá Bjarni sendir hann leysan ímóti málverjanum. Mads vísir yvirskot við at lobba bóltin upp um málverjan fyri síðuna at skjóta hann í eitt tómt mál til endaliga úrslitið, sum er 4-0 til AB.
Okkara menn eiga í dag eitt herðaklapp fyri at spæla heilt væl, vísa góðan hugburð og renna og stríðast fyri hvønn annan. Hetta er tað, sum vit vilja síggja hvørjaferð! Einasta hjartasuffið er, at vit í dag geva eini tríggjar fullkomiliga óneyðugar góðar støður til mótstøðuliðið, sum verða revsaðar av betri liðum enn tí, sum vit spældu ímóti í dag.
Á sosialum miðlum hava verið onkrar speiskar og forhánisligar viðmerkingar um, at AB hevur fingið fleiri útlendingar á liðið. Veruleikin er tó tann, at vit eru í kapping við onnur lið, og tá er eisini neyðugt at styrkja við góðum leikarum uttanifrá. Allir okkara nýggju, donsku leikarar eru ungir, men í dag gjørdu teir sanniliga stóran mun. Anders tók tað í málinum, sum hann skuldi, Adis var sera raskur, rennisterkur og góður á bóltinum á miðuni, og Mads hava vit longu lýst. Síðani hava vit eisini Ardit, sum ikki var heilt 100% í dag orsakað av einum skaða (spældi ikki meira enn 55 minuttir av somu orsøk), men hann arbeiddi hart og bant offensiva spælið hjá okkum væl saman.
Vit hava eisini framvegis nógvar lokalar leikarar í hópinum, og teir gjørdu eisini sítt í dag og vóru raskir. At hava nógvar argjamenn í hópinum blandað við góðum styrki uttanifrá er heilt avgjørt tann gongda leiðin.
Komandi dystur verður ímóti HB í Gundadali mikudagin 4. august.
Spæla vit fleiri dystir, sum vit gjørdu í dag, so kann tað framvegis blíva heilt stuttligt hjá okkum í ár. Men eins og tað hevur verið víst á í dystarfrásøgnum fyrr í ár, so krevur tað støðufesti, og at vit eru eins góðir til hvønn einasta dyst.
Vit ynskja okkara monnum til lukku við sigrinum í dag!
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
So herja vit á aftur




Skjótt eru fimm vikur gingnar, síðani okkara besta manslið seinast var í eldinum, men í morgin er endiliga dystur aftur, tá ið næstbesta liðið hjá KÍ kemur á vitjan inni í Vika á Argjum.
Klaksvíkingar hava róð í tungum sjógvi í ár og hava í løtuni 12 stig og eru undir niðurflytingarstrikuni. Vit vita tó, at tað er ójavnt, hvussu næstbestu liðini hjá liðunum í Betrideildini eru mannað frá dyst til dyst, so tað er væl møguligt, at KÍ møtir upp við einum sterkum liði í morgin. Óansæð hvussu víkir og vendir, so skulu vit verða fyrireikaðir upp á ein torføran dyst, tí klaksvíkingar hava sama átrokandi tørv á stigum, sum vit hava.
Eftir eina misjavna fyrru hálvu er ikki annað hjá okkum at gera enn at hyggja frameftir, vera jaligir og síggja teir møguleikar, ið eru. Enn er bert hálvt málið rógvið, 42 stig eru eftir at spæla um, og vit hava framvegis møguleika at kappast um uppflyting. Hevur krevur tó meira støðufesti í úrslitunum enn í fyrstu 13 dystunum í ár.
Liðið er blivið styrkt í summarsteðginum, og øll á Argjum vóna so inniliga, at nýggju leikararnir eru við til at styrkja liðið og eisini lyfta hinar. Fótbóltur er eitt liðspæl, ongin klárar nakað einsamallur, men standa vit saman og arbeiða saman, so eru sjálvandi allir møguleikar fyri, at vit kunnu standa við trimum stigum eftir dystin í morgin.
Menninir hava nú vant miðvíst í tvær vikur fram ímóti hesum dystinum og seinnu kappingarhálvu. Teir fara við fullari vissu at gera alt, sum teir eru mentir, á vøllinum í morgin, men vit uttan fyri vøllin eiga sjálvandi at møta manssterk upp, stuðla okkara monnum og hjálpa teimum at vinna tey trý stigini, ið vit hava so stóran tørv á.
Latið okkum síggjast inni í Vika í morgin til ein dyst, sum fyri okkara viðkomandi vónandi verður startskotið til eina góða seinnu hálvu, har tað framvegis kann blíva heilt stuttligt hjá okkum!
Talan er um ólavsøkudyst, og tískil stendur eitt steyp upp á spæl. Endar dysturin við javnleiki skal vinnari av steypinum finnast við brotssparkskapping.
Góðan dyst!
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
AB styrkir um hópin
Flytingargluggin er nú afturlatin, og vit kunnu staðfesta, at broytingar eru gjørdar í hópinum hjá besta mansliðnum. Hópurin verður styrktur við fimm leikarum, meðan tríggir hava takkað fyri seg á hesum sinni og eru farnir í onnur feløg.
Fýra danskir leikarar koma til landið í komandi døgunum. Teir eru Mads Zaar, Ardit Murati, Adis Murati og Anders Nagel.
Mads Zaar er 19 ára gamal vongur, sum hevur spælt við U19/liðnum hjá Esbjerg til nú. Harafturat er hann eisini skrásettur fyri 15 dystir á danska U17-landsliðnum.
Ardit Murati er 21 ára gamal áleypari, sum seinast hevur spælt við FC Sydvest, ið flutti niður úr triðbestu donsku deildini, 2. division, í fjórðbestu deildina, Danmarksseriuna.
Yngri bróður Ardit Murati, Adis Murati, kemur eisini til felagið. Hann er eisini álopskendur leikari og hevur eins og Mads Zaar spælt við U19-liðnum hjá Esbjerg. Adis Murati er 19 ára gamal.
Síðsti danski leikarin er 22 ára gamli málmaðurin, Anders Nagel, sum seinast hevur spælt við Viby IF í Danmarksseriuni. Hann skal kappast við Milos Budakovic um plássið í málinum í seinnu kappingarhálvu.
Fimti leikarin er spanski Leo Mboumba, sum hevur spælt í lægri deildunum í Spania. Hann er miðvallari.
Leikararnir, ið eru farnir úr felagnum á hesum sinni, eru Pedro Luis Moreno González, Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen. Spanski málverjin, Pedro Moreno, er skiftur til Skála. Hann vardi málið hjá AB í níggju dystum. Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen hava valt at søkja aðrar leiðir og spæla nú við Undrið.
AB takkar teimum nú fyrrverandi leikarunum fyri hesaferð.Og samstundis ynskja vit okkara nýggju leikarum hjartaliga vælkomnum til felagið!
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Menninir til Leirvíkar




Okkara besta manslið spælir sín seinasta dyst hesumegin summarsteðgin í morgin í Leirvík ímóti Víkingi. Dysturin byrjar klokkan 19.
Tað skerst ikki burtur, at fyrra kappingarhálva hevur verið tung, og fyri okkara viðkomandi er tað alt annað enn stuttligt at hyggja eftir stigatalvuni.
Men nú spæla vit ein síðsta dyst áðrenn summarsteðgin, og vit stuðla sjálvandi altíð okkara monnum og trúgva uppá, at teir kunnu koma aftur á Argir við trimum stigum.
Eftir hendan dystin spælir besta mansliðið ikki aftur fyrr enn 27. juli, tá ið ólavsøkudystur ímóti KÍ er á skránni inni í Vika. Og tað er ongin ivi um, at í summarsteðginum skulu munagóðar broytingar gerast til frama fyri besta mansliðið, sum er flaggskipið í felagnum og skal hava hægstu raðfesting.
Men áðrenn vit hugsa um summarsteðg og seinnu hálvu snýr tað seg um dystin í morgin.
Vit ynskja okkara monnum bestu eydnu og vilja heita á fjepparar um at koma til Leirvíkar at stuðla.
Kom so, AB! 



- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Side 9 ud af 38