U17 vann í Trongisvági

U17 Dreingir: TB/FCS/ROYN
AB
-



Okkara U17-dreingjalið fór leygardagin 15. mai til Suðuroyar við Smyrli klokkan sjey um morgunin. Komnir á Krambatanga løgdu teir leiðina til Vágs, har dysturin eftir ætlan skuldi spælast, men tá teir vóru komnir hálvan vegin, fingu teir boð um, at tað ikki var spælandi í Vági. Dysturin skuldi ístaðin spælast í Trongisvági. Venjarin fekk bussin at venda við, og hetta var ongin trupulleiki.
Ongin fær ein lættan dyst í Suðuroy, og tað máttu okkara dreingir sanna tíðliga í dystinum. Eftir 12 minuttir sleppur bólturin at ferðast framvið ov nógvar av okkara leikarum, og so leggur samanlagda suðuroyarliðið seg á odda 1-0.
AB fótar seg tó væl, og eftir eina løtu við nógvum hornaspørkum og støðugum trýsti brestur fyri nev, tá ið høgi verjuleikarin hjá okkum, Dánjal Danielsen, skorar til 1-1.
AB-liðið arbeiðir væl saman og fær hildið suðuroyingunum frá vandamiklum støðum. Beint fyri hálvleik fara vit í snarálop, har Rói Christiansson Nielsen dribblar framvið tveimum monnum, áðrenn hann setir bóltin í málið til 2-1 til AB, sum gjørdist hálvleiksstøðan.
Smáar 10 minuttir inni í seinna hálvleiki hendir nærmast ein endurtøka av málinum til 2-1. Suðuroyingarnir skjóta deyðbólt innfyri, AB vinnur bóltin og fer í skjótálop, og so er Rói C. Nielsen bara ringur at steðga. Hann driblar nærum hálvan vøll og endar í einum spískum vinkli, men kortini eydnast tað honum at fáa bóltin í mál til 3-1.
Fimm minuttir fyri dystarlok ger dagsins maður aftur um seg. Teitur Nygaard spælir Róa leysan, og so skorar Rói hattrikk og slær sigurin endaliga fastan. Dysturin endar 4-1 til AB, og harvið vunnu okkara dreingir ein væl uppibornan sigur.
U17-liðið hevur verið óheppið í síðstuni, har dreingirnir í tveimum førum hava verið á odda við tveimum málum fyri síðani at enda við at tapa við einum máli. Í gjár var tó ongin ivi um, hvar stigini skuldu liggja eftir.
Samanumtikið høvdu dreingirnir ein góðan og hugnaligan dag í Suðuroy. Vit ynskja teimum til lukku við sigrinum!
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Tóku ikki av møguleikanum

1. deild menn: AB
B71
-



Okkara menn fingu ileygardagin 15. mai ein gyltan møguleika at gera eitt gott hál á stigatalvuni. Bæði Víkingur og NSÍ, sum eru beint framman fyri okkum á stigatalvuni, mistu óvæntað stig ímóti botnliðum í deildini, og harvið kundu vit koma upp á eitt uppflytingarpláss í gjár, um vit gjørdu okkara og vunnu dystin ímóti B71.
Men óansæð hvat hendir í øðrum dystum, so snýr tað seg altíð fyrst og fremst um, hvat vit gera. Og í gjár megnaðu vit ikki at gera okkara, men mistu ístaðin tvey stig í uppflytingarstríðnum.
AB fær annars eina dreymabyrjan, tá Bartal Skaalum Petersen eftir fimm minuttir leggur okkum á odda 1-0. Men AB fekk ongantíð veruligt tamarhald á dystin, og sandoyingar hóttu støðugt.
Tá 10 minuttir eru eftir gongur tað so galið, tá málkongurin hjá B71, Clayton Soares do Nascimento, javnar til 1-1.
Í yvirtíðini var eitt sindur av roki, tá liðini fáa hvør sítt reyða kort. Fyrst fær Gunnar Lydersen hjá B71 tvey gul mest sum í senn, og stutt eftir fær okkara Tróndur á Høvdanum beinleiðis reytt kort.
Javnleikur gjørdist endaliga úrslitið, og tað kunnu vit ikki vera nøgdir við. Ein slíkur stigamissur er eitt vónbrot fyri okkum øll - ikki minst hjá leikarunum, sum vilja meira enn hetta.
B71 skal eiga rós fyri at fáa sum mest burturúr einum sera smalum hópi, har fleiri blaðungir leikarar hava fást pláss á liðnum. Men vit spældu ikki nóg væl í gjár.
Eftir eina harða dystarskrá síðstu vikuna, har tríggir dystir eru spældir, fáa okkara menn nú tiltrongda hvíld. Komandi dystur verður spældur 2. hvítusunnudag 24. mai, tá okkara menn spæla vesturi á Eiðinum í Vági ímóti FC Suðuroy.
Hagtøl frá dystinum síggjast her: https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=20694&pid=50
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Símin gjørdi av við B36

1. deild menn: AB



Upptaktsgreinin í gjár legði upp til, at ein sigur í dag var eitt krav. Og tað kann ikki sigast annað enn, at kravið varð eftirlíkað, tí ein sigur fingu vit. Ein trivaligan sigur eisini. AB vann í kvøld 4-0 ímóti B36 inni í Vika.
Fyrstu løtuna hava liðini royndir í báðum endum, men eftir 25 minuttir eru tað vit, sum leggja okkum á odda. Eftir frálíkt forarbeiði frá Ragnari Skála leggur Teitur Debes Olsen upp til garvaða Símin Hansen, ið setir bóltin í mál til 1-0.
Hendan støðan helt sær til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki kemur eitt heilt annað trýst frá AB-liðnum, og 20 minuttir inni í hálvleikinum er dysturin avgjørdur. Eftir 56 minuttir er tað fyrst aftur Símin Hansen, ið skorar til 2-0. Útsparkið hjá B36-málverjanum miseydnast, og so skjýtur Símin bóltin inn úr langari fjarstøðu.
Varð dysturin ikki avgjørdur her, so blívur hann tað átta minuttir seinni, tá okkara trúgvi og drúgvi liðskipari, Sørin Samuelsen, skorar til 3-0, tá hann er fyrstur á ein returbólt eftir frísparksroynd á málið.
Restina av dystinum hevur AB fullkomiliga tamarhald á støðuni, og sum steinur oman á byrðu hjá B36 fær Allan Tungá seinna gula kortið og harvið reytt eftir 89 minuttir.
Í yvirtíðini verður sigurin sligin endaliga fastur, tá Rógvi Skála eftir upplegg frá innskifta Róa Klakkstein Vilhelm skorar til 4-0, ið gerst endaliga úrslitið.
Undan hesum kappingarárinum kom 38 ára gamli Símin Hansen út á Argir at royna seg fyri triðju ferð. Hann hevur fyrr verið í felagnum í tveimum umførum. Vit fegnast um, at hann enn vísir máltev og sum aldursforseti í hópinum er við til at ganga á odda fyri teir ungu.
Hetta var ein sera góður og týdningarmikil sigur fyri okkara menn. Men nú skulu vit verða skjótir at fáa armarnar niður aftur, tí longu leygardagin er dystur aftur, tá B71 kemur á vitjan inni í Vika. Vit vita, at skulu vit verða við, har tað er stuttligt, so eru trý stig aftur krav í einum slíkum heimadysti.
Men í kvøld fegnast vit um sigurin. Til lukku við sigrinum, AB!
- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Bjarni Skála 100 dystir fyri AB

Í 1. deildardystinum í kvøld ímóti HB spældi Bjarni Skála sín dyst nummar 100 fyri besta liðið hjá AB.
Bjarni er 23 ár og lokalur argjamaður, sum altíð hevur spælt við AB. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum fyri skjótt fimm árum síðani, 21. apríl 2016, tá hann bleiv skiftur inn í dysti ímóti KÍ í táverandi Effodeildini, sum endaði 1-1.
Stríðshugaði miðvallarin hevur spælt 66 dystir í bestu deildini, 28 dystir í 1. deild, fimm steypakappingardystir og ein upp- og niðurflytingardyst við besta liðnum.
Argja Bóltfelag ynskir Bjarna til lukku við fyrstu 100 dystunum, og vit gleða okkum til nógvar afturat!
(Kelda:FaroeSoccer)
(Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo)
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Side 11 ud af 38