AB dreingir U21 steypavinnarar 2020
Dreingir U21 vunnu í kvøld steypafinaluna ímóti B36 2-1, og harvið er AB U21 steypavinnarar 2020.
Nógvir áskoðarar av Argjum vóru til dystin, og spenningur var til tað seinasta. Rómurin var sum vera man stórur, tá dysturin endiliga var lokin og AB dreingirnir kundu taka ímóti gull heiðursmerkjunum og lyfta steypið í loft.
Hjartaliga tillukku dreingir. Tit eru óførir!
Trýst her fyri at síggja myndir frá steypahandanini.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Dreingir U21 spælt seg í steypafinaluna
AB dreingir U21 vunnu í kvøld 2-1 á Víkingi í semifinaluni í steypakappingini. Dysturin var spældur í Gøtu, og ikki sørt av spenningi var í dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking, so har mátti okkurt henda í seinna hálvleiki, um finaluplássið skuldi røkkast.
Í seinna hálvleiki var spenningurin eisini hangandi í luftini til seinasta bríksl. AB skoraði til 1-1 í 81. minutti, og tá stóð alt víðopið aftur í dystinum.
Her stóð nógv uppá spæl, men AB sementeraði finaluplássið við at skora vinnaramálið til 2-1 í 89. minutti. Frøin var stór á leikarum og AB viðhaldsfólkunum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum.
Finaluplássið er rokkið, og vit gleða okkum til ein rimmar finaludyst, sum verður sunnudagin 29. november.
Mótstøðuliðið í finaluni verður antin HB ella B36. Tey bæði liðini spæla teirra semifinaludyst mánakvøldið 23. november.
Gott kempað av ungu U21 leikarum okkara!!
Trýst her fyri at síggja gleðisrúsin í skiftirúmin hjá AB aftaná dystin.
-
B36 vann semifinaluna ímóti HB, so B36 og AB spæla steypafinaluna, sum verður fríggjadagin 27. november kl. 19.30 á Tórsvølli.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Lutaseðlarnir frá jólatombolanum trektir
Lutaseðlarnir frá jólatombolanum í dag eru trektir, og vinnandi seðlarnir síggjast her:
- Appelsingulur/laksafarvaður Nr. 553 - Trillubøra við ymiskum góðum
- Grønur Nr. 168 - Dunna og sodavatn
- Gulur Nr. 215 - Dunna og karamellur
- Gulur Nr. 255 - Sodavatn
- Grønur Nr. 88 - Dunna
- Grønur Nr. 108 - Dunna
- Gulur Nr. 228 - Dunna
Vinnararnir kunnu venda sær til tlf. 580940
Vit takka fyri stuðulin!
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
JÓLATOMBOLA

Leygardagin 21. november kl. 16:00 verður jólatombola í AB húsinum



- Detaljer
- Skrevet af: AB
Dreingir U21 í semifinaluna
AB dreingir U21 spældu í kvøld fjórðingsfinalu í steypakappingini norðuri á Eiði ímóti EB/Streym. AB vann ein tryggan 4-1 sigur. Harvið er AB komið víðari til semifinaluna.
Víkingur vann í kvøld 7-1 á FC Hoyvík í aðrari fjórðingsfinalu. Sambært lutakastið um semifinaludystirnar skulu Víkingur og AB møtast í semifinalu á heimavølli hjá Víkingi.
Semifinalurnar vera spældar sunnudagin 22. november.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 13 ud af 36