Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

AB/B71 klár til Betri deildina

Sum vinnarar av 1. deild kvinnum í 2020 er tað náttúrligt, at vit nú í felag melda okkum klár til Betri deildina.
Vit hava eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum. Millum annað eru fleiri av ungu leikarunum á ungdómslandsliðnum, meðan fleiri av royndu leikarunum vóru við, tá vit vunnu steypakappingina í 2009.
Tonny Brimsvík verður høvuðsvenjari hjá Betri deildar liðnum hjá AB/B71. Tonny fær A-venjara útbúgvingina í januar 2021. Hann hevur fylgt teimum ungu AB kvinnunum yvir nógv ár, og hevur havt AB/B71 U18 í fjørð. Umframt hetta hevur hann eisini ein venjaraleiklut hjá 1. deild kvinnum AB/B71, sum júst vunnu 1. deild. Tonny hevur verið venjari hjá betri monnum hjá AB í 2020.
Á Argjum eru vit sera spent upp á samstarvið við B71. Vit koma at hava eitt spennandi lið, sum nú skal standa sína roynd.
Detaljer
Skrevet af: Durita Sloan Dal-Christiansen
Senest opdateret: 17. december 2020

Tað gekk akkurát ikki

Við 3-2 tapinum á Tórsvølli í kvøld ímóti B68 bleiv staðfest, at AB tíverri ikki verður við í Betrideildini í 2021. Dysturin um upp- og niðurflytingina var spennandi til seinasta minutt, men tíverri fall úrslitið ikki til okkara fyrimun, tá liðugt var. 

Sostatt er støðan í vaksnamannadeildunum hjá AB tann, at vit hava lið í 1. deild og 2. deild komandi kappingarár. 

B68 ynskist tillukku við uppflytingini og góða eydnu í Betrideildini.

Vit skulu nokk koma sterkt aftur, og síggja fram til eitt spennandi kappingarár í 2021.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 29. november 2020

AB dreingir U21 steypavinnarar 2020

Dreingir U21 vunnu í kvøld steypafinaluna ímóti B36 2-1, og harvið er AB U21 steypavinnarar 2020.

Nógvir áskoðarar av Argjum vóru til dystin, og spenningur var til tað seinasta. Rómurin var sum vera man stórur, tá dysturin endiliga var lokin og AB dreingirnir kundu taka ímóti gull heiðursmerkjunum og lyfta steypið í loft. 

Hjartaliga tillukku dreingir. Tit eru óførir!

Trýst her fyri at síggja myndir frá steypahandanini.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 28. november 2020

Dreingir U21 spælt seg í steypafinaluna

AB dreingir U21 vunnu í kvøld 2-1 á Víkingi í semifinaluni í steypakappingini. Dysturin var spældur í Gøtu, og ikki sørt av spenningi var í dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking, so har mátti okkurt henda í seinna hálvleiki, um finaluplássið skuldi røkkast.

Í seinna hálvleiki var spenningurin eisini hangandi í luftini til seinasta bríksl. AB skoraði til 1-1 í 81. minutti, og tá stóð alt víðopið aftur í dystinum.

Her stóð nógv uppá spæl, men AB sementeraði finaluplássið við at skora vinnaramálið til 2-1 í 89. minutti. Frøin var stór á leikarum og AB viðhaldsfólkunum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum.

Finaluplássið er rokkið, og vit gleða okkum til ein rimmar finaludyst, sum verður sunnudagin 29. november.

Mótstøðuliðið í finaluni verður antin HB ella B36. Tey bæði liðini spæla teirra semifinaludyst mánakvøldið 23. november. 

Gott kempað av ungu U21 leikarum okkara!!

Trýst her fyri at síggja gleðisrúsin í skiftirúmin hjá AB aftaná dystin.

-

B36 vann semifinaluna ímóti HB, so B36 og AB spæla steypafinaluna, sum verður fríggjadagin 27. november kl. 19.30 á Tórsvølli. 

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 24. november 2020

Lutaseðlarnir frá jólatombolanum trektir

Lutaseðlarnir frá jólatombolanum í dag eru trektir, og vinnandi seðlarnir síggjast her:

  • Appelsingulur/laksafarvaður Nr. 553 - Trillubøra við ymiskum góðum
  • Grønur Nr. 168 - Dunna og sodavatn
  • Gulur Nr. 215 - Dunna og karamellur
  • Gulur Nr. 255 - Sodavatn
  • Grønur Nr. 88 - Dunna 
  • Grønur Nr. 108 - Dunna
  • Gulur Nr. 228 - Dunna

Vinnararnir kunnu venda sær til tlf. 580940

Vit takka fyri stuðulin! 

Detaljer
Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 21. november 2020
  1. JÓLATOMBOLA
  2. Dreingir U21 í semifinaluna

Side 14 ud af 37

  • 9
  • 10
  • 11
  • 12
  • 13
  • 14
  • 15
  • 16
  • 17
  • 18
  • Author Login