Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Lutaseðlarnir frá jólatombolanum trektir

Lutaseðlarnir frá jólatombolanum í dag eru trektir, og vinnandi seðlarnir síggjast her:

  • Appelsingulur/laksafarvaður Nr. 553 - Trillubøra við ymiskum góðum
  • Grønur Nr. 168 - Dunna og sodavatn
  • Gulur Nr. 215 - Dunna og karamellur
  • Gulur Nr. 255 - Sodavatn
  • Grønur Nr. 88 - Dunna 
  • Grønur Nr. 108 - Dunna
  • Gulur Nr. 228 - Dunna

Vinnararnir kunnu venda sær til tlf. 580940

Vit takka fyri stuðulin! 

Detaljer
Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Senest opdateret: 21. november 2020

JÓLATOMBOLA


Leygardagin 21. november kl. 16:00 verður jólatombola í AB húsinum ⚽️
 
Nógvir góðir vinningar! Millum annað karamellublikk, jólagóðgæti og jólakalendarar.
 
Eisini fara vit at selja lutaseðlar, har høvuðsvinningurin verður ein full trillubøra við nógvum góðum.
 
 🎅🤶
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 18. november 2020

Dreingir U21 í semifinaluna

AB dreingir U21 spældu í kvøld fjórðingsfinalu í steypakappingini norðuri á Eiði ímóti EB/Streym. AB vann ein tryggan 4-1 sigur. Harvið er AB komið víðari til semifinaluna. 

Víkingur vann í kvøld 7-1 á FC Hoyvík í aðrari fjórðingsfinalu. Sambært lutakastið um semifinaludystirnar skulu Víkingur og AB møtast í semifinalu á heimavølli hjá Víkingi.

Semifinalurnar vera spældar sunnudagin 22. november.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 9. november 2020

Gott lag á Argjum

Lagið er gott á Argjum. Hóast tað hevur gingið nakað striltið hjá AB hetta kappingarárið, so var seinasti dystur í kappingarárinum ein staðfesting av, at tað ber til, bara vit hava viljan. Ein 4-0 sigur á EB Streym var ikki so galin at enda árið við. Og tá TB vann á Skála, so eru vit klárir til at spæla ein branddyst ímóti B68 um at varðveita plássið í Betrideildini.

Dysturin ímóti B68 verður leygardagin 28. november kl. 19.00 á Tórsvølli.

Vit síggja í spenningi fram til dystin :-) 

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 16. november 2020

AB takkar Símuni fyri samstarvið

Nevndin hevur avgjørt at steðga samstarvið við Símun Samuelsen. Nevndin hevur bert gott at bera Símuni. Hann hevur staðið fyri framgongd og menning av ungum leikarum. Men tað er eingin loyna, at úrslitini hava verið ímóti okkum í ár. Tað eru tveir dystir eftir, og vit stríðast fyri at yvirliva í deildini.

Rógvi Poulsen, høvuðsungdómsvenjari, tekur yvir tað, sum eftir er av kappingini. AB møtir KÍ á útivølli mikudagin og EB/Streymi á heimavølli á síðsta leikdegi.

Nevndin takkar Símuni fyri gott samstarv og ynskir honum bestu eydnu framyvir.

Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar hesum viðvíkjandi.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 2. november 2020
  1. Nú kemur endaspurturin
  2. Rógvi Poulsen heldur fram sum høvuðsungdómasvenjari

Side 15 ud af 37

  • 10
  • 11
  • 12
  • 13
  • 14
  • 15
  • 16
  • 17
  • 18
  • 19
  • Author Login