Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

AB takkar Símuni fyri samstarvið

Nevndin hevur avgjørt at steðga samstarvið við Símun Samuelsen. Nevndin hevur bert gott at bera Símuni. Hann hevur staðið fyri framgongd og menning av ungum leikarum. Men tað er eingin loyna, at úrslitini hava verið ímóti okkum í ár. Tað eru tveir dystir eftir, og vit stríðast fyri at yvirliva í deildini.

Rógvi Poulsen, høvuðsungdómsvenjari, tekur yvir tað, sum eftir er av kappingini. AB møtir KÍ á útivølli mikudagin og EB/Streymi á heimavølli á síðsta leikdegi.

Nevndin takkar Símuni fyri gott samstarv og ynskir honum bestu eydnu framyvir.

Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar hesum viðvíkjandi.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 2. november 2020

Nú kemur endaspurturin

Seinasta leygardag var tað um reppið, at Betri menninir koppaðu oddaliðnum. Men lítla løtu seinri vann 1. deild hjá monnum 3-2 á HB. Bæði okkara lið stríðast fyri at yvirliva í síni deild.

1. deild menn

Í kvøld skal AB 1. deild aftur í eldin. Okkara unga 1. deildarlið hevur funnið ein góðan stima. Av seinastu seks dystunum hava vit vunnið tríggjar og spælt tveir javnar. Leygardagin vóru vit tvær ferðir afturút, men endaðu við at vinna dystin. Sigast kann ikki annað, enn at okkara dreingir stríðast fyri stigunum!

Tað eru tríggir dystir eftir í kappingini. Vit spæla ímóti teimum trimum fremstu liðunum. Hetta er ein fantastisk avbjóðing, sum vit gleða okkum til. Tað eru seks stig upp til 8. Pláss.

Betri menn

Hjá Betri monnum er hørð kapping um 9. plássið, sum eftir øllum at døma gevur ein upp- og niðurflytingardyst. Vit hava tríggjar dystir eftir, sum eru ÍF úti, KÍ úti og EB/Streym heima á síðsta spælidegi.

Okkara kappingarneytar av Skála hava útidystir ímóti EB/Streymi, har teir mugu sigast at vera favorittar í báðum dystunum. Hetta er ikki ein ókend støða hjá okkum. Vit vita, hvat skal til fyri at verða verandi í deildini. Vit vístu í vikuskiftinum, at stríðsviljin er har.

Í AB eru vit stolt av at, at vit hava so nógvar ungar argjamenn, sum manna liðini í 1. deild og Betri deildini. Hetta er nakað vit prioritera høgt, at geva teimum møguleikan at menna seg saman, og hetta hóast at árið 2020 hevur verið hart í mun til stigatalvuna. Alt tekur tíð, samstundis sum at tol og uppbakningur fylgjast hond í hond. Tí fegnast vit um, at vit hava góðan stuðul frá AB fjepparum bæði í viðgongd og mótgongd.

1. deild kvinnur

Her hava vit havt ikki minni enn tvey lið í ár. Samstarvið við B71 hevur eydnast sera væl í ár. Vit vunnu 1. Deild við AB/B71 liðnum og sleppa nú at royna okkum ímóti Betrideildar liðum. Í annaðkvøld fáa vit tað mest spennandi avbjóðingina í steypakappingini, nevniliga heimadyst ímóti nýklaktu føroyameistarunum úr KÍ.

Dysturin verður spældur á Sandi í annaðkvøld, mikukvøldið, kl. 18.00.

Detaljer
Skrevet af: Marius Thomassen
Senest opdateret: 27. oktober 2020

Rógvi Poulsen heldur fram sum høvuðsungdómasvenjari

AB hevur longt sáttmálan við høvuðsungdómsvenjaran, Rógva Poulsen, sum hevur skrivað undir fyri næstu trý árini.
Hetta er ein sannur fongur fyri Argja Bóltfelag. Rógvi hevur verið høvuðsungdómsvenjari seinastu tvey árini, har vit hava sæð stór ítróttarlig og trivnaðarlig framstig.
Umframt sín leiklut sum høvuðsungdómsvenjari, er Rógvi leikari og fysiskur venjari á besta liði hjá monnunum.
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 22. oktober 2020

1. deild kvinnur AB/B71 hava vunnið gull

Leygarkvøldið 3. okt. vann felagsliðið AB/B71 hjá 1. deild kvinnum ein sannførandi dyst móti KÍ.

Úrslitið gjørdist 18-3, og vunnu okkara kvinnur sostatt gull fyri 2020.

Rómurin var øgiligur á Djúpumýru í Klaksvík, tá heiðursmerkini og steypið varð handað teimum.

Sera flott úrslit! Hjartaliga tillukku AB/B71!!!!

Leggjast kann afturat, at vit áttu eisini toppskjúttan í deildini í ár: Judith Eilersdóttir Rasmussen við 25 málum. 

Detaljer
Skrevet af: Jútta Reynslág
Senest opdateret: 4. oktober 2020

KÍ - AB útsettur

Dysturin í Betrideildini hjá monnum KÍ - AB, ið skuldi vera sunnudagin 27. september, er fluttur til 4. november sambært avtalu millum liðini bæði.

Les grein á in.fo við at trýsta her.

Detaljer
Skrevet af: Kristian Dahl
Senest opdateret: 26. september 2020
  1. AB venjarar, leikarar og foreldur á B1 venjaraskeiði á Argjum
  2. Dystir avlýstir hesa vikuna

Side 16 ud af 38

  • 11
  • 12
  • 13
  • 14
  • 15
  • 16
  • 17
  • 18
  • 19
  • 20
  • Author Login