Árskort
Nú ber til at keypa AB árskort fyri 2020!
AB árskortið er til allar heimadystir hjá AB í Betri deildini kappingarárið 2020.
Árskortið er eisini galdandi fyri heimadystirnar í steypakappingini 2020.
Árskortið kann keypast á atgongumerki.fo við at trýsta her
- Detaljer
- Skrevet af: Marius Thomassen
Tveir synir og ein versonur
AB hevur skrivað tríggjar nýggjar sáttmálar. Talan er um Ragnar Rasmussen og Rógva Skála; tveir leikarar, sum eru uppvaksnir í AB og Tróndur Jóannesarson á Høvdanum, sum er fluttur til.
Ragnar Rasmussen og Rógvi Skála eru báðir 19 ára gamlir og hava spælt øll barnaárini við AB. Hetta er
sostatt teirra fyrsti sáttmáli.
AB er eitt felag, sum setur stóra æru í at menna egnar leikarar. Tískil fegnast vit
almikið í felagnum um, at vit kunnu síggja okkara egnu leikarar koma upp á besta lið.
Samstundis ynskir AB at bjóða Tróndur Jóannesarson á Høvdanum vælkomnum. Tróndur er 24 ára gamal,
uppvaksin í Syðrugøtu og hevur áður spælt við Víkingi. Tróndur er nú fluttur til Argir saman til unnustu sína
og ynskti at royna seg hjá AB. Hetta hevur gingið so mikið væl, at hann byrjaði longu inni fyrsta dyst. Á
Argjum eru vit sera fegin um raska gøtumannin.
AB ynskir øllum trimum hjartaliga til lukku við sáttmálum og bestu eydnu í kappingarárinum.
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Pedro gevst í AB
Pedro Tarancon Anton hevur vant viđ AB síđani fyrireikingarnar til kappingaráriđ byrjađu. Ætlanin var at gera sáttmála viđ raska spaniòlan, men tíverri mugu vit ásanna, at tađ ikki eydnast at fáa uppihalds- og leikaraloyvi í rætt lag.
Pedro hevur arbeiđsloyvið í Føroyum sum arbeiđsmađur, men tađ er ikki nóg mikiđ til at gera sáttmála.
AB harmast almikiđ um støđuna og ynskir Pedro bestu eydnu framyvir.
- Detaljer
- Skrevet af: Jens Petur Andreasen
Góð byrjan
Endiliga kom gongd á fótbóltsárið. Vit fingu eina fína byrjan við góðum fótbóltsspæli og einum javnleiki. Spennandi verður at síggja komandi dystirnar.
Síggj myndir frá dystinum AB - Víkingur við at trýsta her.
Hoyr samrøðu við annan venjaran hjá AB, Símun Samuelsen, við at trýsta her.
Dystargongdin sæst við at trýsta her.
In.fo skrivar um dystin her.
Sjónvarpsbrot frá dystinum síggjast við at trýsta her.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Síggj dystin AB - Víkingur
Kunning um, hvussu dystirnir í Betrideildini síggjast, finst við at trýsta her.
Keyp leinkju til at síggja dystin AB - Víkingur við at trýsta her.
Tú stuðlar AB við at keypa atgongumerki til dystin AB - Víkingur við at trýsta her.
Vit vóna, at nógv fara at síggja dystin, og AB takkar eisini øllum, ið vilja stuðla AB við at keypa eitt atgongumerki til dystin.
Góðan dyst!
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 20 ud af 38